Creation Science Information & Links!
Tey 2 boðini

   "Hann svaraði honum: 'Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum.'   Hetta er hitt stóra og fyrsta boðið.   Men annað er hesum líkt: 'Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.'   Á hesum báðum boðum hvíla øll lógin og profetarnir ."   Evangeliið eftir Matteus 22:37-40
 



   "Man HARRANUM líka veðrar í túsundtali, oljuløkir í tíggjutúsundtali? Skal eg lata hin frumborna mín fyri misbrot mítt, lívsfrukt mína sum syndoffur fyri sál mína?"   Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum! "   Mika 6:7-8
 

   "Men verið gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess - við tí dára tit tykkum sjálvar!   Tí um onkur er hoyrari orðsins og ikki gerari tess, er hann eins og maður, ið hyggur at náttúrliga andliti sínum í spegli.   Hann hyggur at sær sjálvum og fer síðani avstað og gloymir alt fyri eitt, hvussu hann sá út.   Men tann, sum skoðar inn í fullkomnu lóg frælsisins - og heldur á við tí, so at hann verður ikki gloymskur hoyrari, men gerari verksins - hann skal vera sælur í verki sínum.   Um onkur heldur seg dýrka Gud - og heldur ikki tungu sína í teymum, men dárar hjarta sítt - gudsdýrkan hansara er til einkis.   Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum. "   Bræv Jákups 1:22-27
 

   "Endin á øllum, nú ið alt er hoyrt, er hetta: Óttast Gud og halt boð Hansara! Tað er tað, ið hvørt menniskja eigur at gera.   Tí Gud skal draga til dóms eitt og hvørt verk, táið Hann dømir alt tað, ið loynt er, tað veri nú gott ella ilt. "   Prædikarin 12:13-14


The 2 Commandments · in Faroese
http://www.creationism.org/faroese/salv2Cmd_fo.htm



Høvuðs:  Føroyskt
www.creationism.org